Ítróttur

Nýggj steypahandan til ólavsøkuróðurin

...

2017-07-21 17:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Róðrarsamband Føroya hevur í samstarvi við Áhugafelagið ólavsøkuróður gjørt av atdagføra steypahandanina á ólavsøku, so at kapprógvarar og áskoðarar fáa eina betriuppliving. Størsta broytingin er, at ólavsøkuheiðursmerkini nú verða handað so hvørtvið dráttin eftir hvønn róður. FM-steypini verða handa á sama staði sum áður.

4 broytingar verða gjørdar: 

1. ??lavsøkuheiðursmerkini verða tikin burtur úr FM-handanini. Tey verða í staðinhandað so hvørt. Hetta verður gjørt við dráttin eftir hvønn róður. Handaninverður sjónvarpað beinleiðis, og áskoðarar fara at kunna fylgja við ástórskíggjum. Við hesi broyting er ætlanin at gera upplivingina á bryggjunibetri, samstundis sum FM-handanin verður styttri. 

2. Tað verður bert ein røða; tann hjá løgmanni, tá ið hann handar ??tvarpssteypiðog Kolturssteypið. Semja hevur verið um, at røðurnar hava longt ov nógv umhandanina, og hetta taka fyrireikararnir nú til eftirtektar. Fyri tó at varðveitavirðiligleikan kring setanina er avgjørt at halda fast um røðu løgmans. 

3. Sjøtul verður settur á at avtaka ferðasteypini til FM. Umsitingin av hesumsteypum hevur verið trupul, og eftir at hava tosað við róðrarfeløgini erundirtøka fyri at gevast við teimum. Í ár verða tí einans latin tey ferðasteyp,sum ikki eru vunnin til ognar enn. Eingi nýggj steyp verða sett í umfar.??tvarpssteypið og Kolturssteypið verða tó varðveitt. 

4. Steypahandanin endar við, at allir rógvarar og áskoðarar syngja fyrsta ørindiav tjóðsanginum saman. Eftir sangin verða konfettikanónirnar hjá Føroya Teleskotnar av, og felags FM-gullmyndin tikin. 


Til frama fyri tjóðarítrótt okkara, 

Róðrarsamband Føroya og Áhugafelagið ólavsøkuróður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder