2021-06-29 17:06

Meira koppingarevni kemur til landið í vikuni, og nú er latið upp fyri fleiri tíðum á korona.fo.
Sjúkrahúsverkið væntar at fáa 6.800 skamtir av koppingarevninum Pfizer/BioNTech seinni í vikuni. Knapt 3.000 av hesum fara til annað prik. Tað merkir at á leið 4.000 fólk nú hava møguleika at bíleggja sær tíð til koppseting næstu tíðina.
Gongdin hevur verið, at tøku tíðirnar fara mest sum beinanvegin, men fólk skulu ikki falla í fátt. Meira koppingarevni kemur aftur leypandi. Vanliga ganga tvær vikur ímillum sendingarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald