2021-06-18 21:59
Vit skulu boða frá, at Semingsstovnurin í dag hevur innkallað partarnar til seming í morgin, leygardagin 19. juni.
Semingsstovnurin setti seg í samband við okkum á middegi, og hevur nevndin boðað Semingsstovninum frá, at vit eru sinnaði at gera enn eina roynd til at finna semju.
Vit fegnast um, at samráðingarnar nú verða tiknar upp aftur, og vóna, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið kemur aftur til borðið við einum vilja at finna semju, ið kann vera við til at loysa tær stóru avbjóðingar, ið eru á námsfrøðiliga økinum.
Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur tó ikki tikið av okkara áheitan um at steðga sínum álopi á fría samráðingarrættin, og noktar at taka uppskotið aftur, tí stendur verkfallið við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald