Vinna

Nýggj samlagstryggingaravtala tryggjar limunum góðar og støðugar tryggingar

...

2019-12-10 13:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Nýggj samlagstryggingaravtala tryggjar limunum góðar og støðugar tryggingar komandi 5 árini

Havnar Handverkarafelag hevur vegna Havnar Handverkarafelag, Vágs Handverkarafelag, Tvøroyrar Handverkarafelag, Skála Handverkarafelag og Grafiska Yrkisfelagið frá 1. januar 2020 gjørt ein 5-ára samlagstryggingarsáttmála við LÍV.

Sáttmálin tryggjar sveinum og lærlingum, sum eru limir í omanfyri nevndu feløgum góðar og støðugar tryggingar komandi 5 árini.

???Vit fegnast um nýggju avtaluna, sum tryggjar limum okkara eina góða og støðuga samlagstrygging komandi árini. Eitt av okkara høvuðsendamálum er at tryggja limum okkara góð viðurskifti ??? eisini á tryggingarøkinum???, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.

Kunnandi tilfar um ítøkiliga innihaldið í avtaluni verður tøkt ein av komandi døgunum.

???Vit á LÍV fegnast um, at feløgini hava gjørt avtalu við okkum. Góð tryggingarviðurskifti hava sera stóran týdning fyri einstøku familjuna, um sjúka ella annað rakar???, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

Avtalan er galdandi frá 1. januar 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder