???Arbeiðið við at endurskoða kunngerðina um burturkast er byrjað, og ætlanin er, at ein dagførd pantskipan skal vera í samljóði við hetta arbeiðið, sum væntandi verður liðugt seint í heyst.??? Tað stendur í svarinum sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í dag hevur givið til ein § 52a fyrispurningi frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu.
Annika Olsen spurdi, um landsstýrismaðurin heldur at skipanin við fløskuinnsavnan virkar væl, og um hannhevur nakra ætlan um at endurskoða kunngerðina um íløt, úrdrátt og pant. Eisini spurdi hon, um landsstýrismaðurin tekur undir við at fáa eina felags móttøkuskipanir fyri fløskur kring landið.
Helgi Abrahamsen svarar, at verandi pantiskipan er ikki nóg brúkaravinarlig, og at ætlanin tí er at endurskoða skpanina. Arbeitt verður við at endurskoða kunngerðina um burturkast, og ætlanin er, at ein dagførd pantiskipan skal vera í samljóði við hetta arbeiðið, sum væntandi verður liðugt seint í heyst.
?????tlanin er, at komandi skipan skal vera so einføld sum gjørligt, soleiðis at sleppast kann av við alt á sama stað, sum hevur álagt pant,??? sigur Helgi Abrahamsen.
Tøl frá 2020 vísa, at 90% av fløskunum sum vóru seldar við panti, komu innaftur í skipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald