Politikkur

Nýggj og trygg heim til 100-tals vaksin og børn

...

2018-12-07 16:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Næstu árini verður ferð sett á bústaðarbyggingina. Hetta fer at gera sítt til, at hundraðtals vaksin og børn fáa atgongdtil skikkaðar og tryggar bústaðir fyri rímiligan kostnað.

Tað verður Bústaðir í tøttum samstarvi við privat og kommunur, sum fer at standa fyri at byggja tær yvir 200 almennu íbúðirnar komandi árini. Hesar íbúðir koma afturat teimum góðu 400 bústøðunum, sum Bústaðir longu er í holt við at byggja.

Teir 200 framskundaðu bústaðirnareru eitt av høvuðsmálunum í bústaðarátøkunum, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundinum fyrrapartin.

???Aldurssamansetingin er framvegis ein avbjóðing, tí er sera týdningarmikið, at ungdómur og barnafamiljur kunnu støðast, virka og trívast í Føroyum.Við okkara bústaðarátøkum tryggja vit 100-tals vaksnum og børnum ein góðan bústað fyri ein rímiligan kostnað,??? sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, fegnast um, at meira ferð nú verður sett á almennu bústaðarbyggingina.

???Góðir bústaðir eru ein grundleggjandi súla í einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi. ??ll skulu hava møguleikar at fáa ein tryggan bústað til ein sámiligan prís ??? uttan mun til, hvar tey eru í lívinum,??? sigur Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum

At privat útleigan verður lagaligari skattað verður mett at vera eitt átak, ið fer at fáa fleiri bústaðir til vega.

???Bústaðartørvurin er stórur, og fleiri bústaðir eru fyritreyt fyri framhaldandi fólkavøkstri og búskaparvøkstri. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa fleiri at leiga út mongu tøku fermetrarnar kring landið til langtíðarleigu. Eisini er neyðugt at økja útboðið við at Bústaðir byggir 200 leigubústaðir afturat teimum 400, sum eru í gongd. Bústaðarátøkini vilja samanlagt økja talið av leigubústøðum í Føroyum munandi??? sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Bústaðartrotið er ein tann mest átrokandi avbjóðingin í løtuni. Ein meting er, at okkum tørvar í alt 600 bústaðir afturat teimum, sum longu eru í gerð ella eru um at verða lidnar. Tað almenna átekur sær við teimum 200 framskundaðu bústøðunum ein triðing av samlaða tørvinum.

???Bústaðartrotið kunnu vit bara loysa í felag. Tað almenna og privata vinnan muguganga hond í hond fyri at tryggja, at øll kunnu støðast, virka og trívast í Føroyum, heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder