Politikkur

Nýggj nevnd í IRF

...

2017-04-10 14:31 Author image
placeholder

IRF hevði aðalfund á Hotel Hafnia í dag. Nevndarval var á skránni, og Kristina Sørensen av Tvøroyri varð vald til nýggja forkvinnu.
Nevndin hjá IRF verður vald eftir kommunuvalini. Reglugerðin sigur, at seks fólk verða vald í nevndina at umboða hvør sítt øki.

Í nevndini vórðu vald: Tummas Lervig, Klaksvík, Jóhannus Danielsen, Toftir, Petra Iversen, Kvívík, Jonhard Joensen, Sandavágur, Bjarki Henriksen, Sandur og Kristina Sørensen, Tvøroyri.

Nevndin skipaði seg beint eftir fundin við Kristinu Sørensen sum forkvinnu. Tað er fyrstu ferð, at Suðuroyggin hevur formanssessin og fyrstu ferð, at eina kvinna er forkvinna. Næstformaður gjørdist Jonhard Joensen.

Í mun til gomlu nevndin, so vórðu fýra fólk skift úr nevndini. Í gomlu nevndini vóru: Árni Jacobsen, Eysturoy, formaður, Kristian Eli Zachariasen, Norðoyggjar, næstformaður, Petra Iversen, Norðstreymoy, Jonhard Joensen, Vágar, Bárður Olsen, Sandoy og Niels Jacob Thomsen, Suðuroy.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder