Vinna

Nýggj nevnd harmast um hægri lýsingarprísir og verri tænastustøði í KVF

...

2016-04-12 08:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á ársaðalfundi herfyri varð nýggj nevnd vald í Felagið Føroysk Marknaðarfólk. Nýggja nevndin sigur seg harmast um avgerðina hjá Kringvarpi Føroya at hækka lýsingarprísin í bæði útvarpi og sjónvarpi, samstundis sum tænastastøðið verður lækkað fyri føroysk marknaðarfólk og lýsingarvinnuna annars. Í nýggju nevndini sita Eiler Fagraklett, Elsa Olsen og Sølvi Jespersen.

Eftir, at landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, royndi at banna útvarpslýsingum í Kringvarpinum í fjør, var eitt ramaskríggj at hoyra frá føroyska vinnulívinum, sum ávaraði um ikki flyta henda týdningarmikla lýsingarpall av føroyska marknaðinum, nú kapping frá bíligari útlendskum lýsingarmiðlum er so hørð. Føroya Løgting lurtaði, og lógaruppskotið hjá landsstýriskvinnuni varð broytt soleiðis, at útvarpslýsingar framvegis eru loyvdar í KVF.

Men við nýggju lógini, har allar lýsingarinntøkur í dag fara beinleiðis í landskassan og ikki niðan í Sortudýki, hevur leiðslan í Kringvarpinum avgjørt at hækka prísin fyri bæði útvarps- og sjónvarpslýsingar munandi, meðan tænastustøðið samstundis er lækkað.

- Eitt er, at KVF hækkar prísirnar, men at samstundis lækka tænastastøði, er ikki í lagi. Hetta sigur nýggja nevndini í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk. Nevndin vísir á, at við verandi støðu eru færri møguleikar at lýsa í skránni hjá bæði sjónvarpi og útvarpi. Talan er nú um avmarkað pláss, og lýsingar skulu latast inn væl fyrr enn áðrenn síðstu bygnaðarbroytingarnar, har øll sølufólkini í Kringvarpinum vórðu uppsøgd. Sostatt er tað eingin, ið longur tekur av hesum økinum í KVF, eingin kundarøkt og eingin ráðgeving til smærri lýsarar, sum ikki altíð hava nøktandi marknaðarkunnleika innanhýsis.

Lýsingarinntøkur kunnu fíggja Savnsgull verkætlanina
Nýggja nevndin í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk vónar tí, at Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið í felag fara at endurskoða neiligu gongdina seinastu tíðina. Nevndin mælir til, at Kringvarpið aftur fer at fáa ein part av lýsingarinntøkunum, ið m.a. kunnu verða eyðmerktar til at fíggja Savnsgull verkætlanina. Hetta hevði givið KVF eina góða orsøk til at varðveitt tænastustøðið á lýsingasøluni. Um hetta ikki er møguligt, so kundi lýsingasølan verðið útveitt til uttanhýsis umsiting, so tænastustøðið kom upp aftur á eitt nøktandi stig.

Nevndin hevur skipað seg
Eftir ársins aðalfund hevur nýggja nevndin skipað seg soleiðis: Eiler Fagraklett (marknaðarfólk hjá
Tryggingarfelagið Føroyar og Betri pensjón) er formaður, og Elsa Olsen (marknaðarleiðari hjá Visit Norðoy) og Sølvi Jespersen (marknaðarfólk hjá Atlantic Airways) eru vanligir nevndarlimir. Laila Hentze (Gallup Føroyar) er framvegis skrivari og samskipari hjá bæði nevndini og felagnum. Nevndin situr eitt ár í senn.

Forum fyri marknaðarfólk
Felagið Føroysk Marknaðarfólk er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum.
Talan er um eitt forum, har fólk innan hesa vinnugrein kunnu savnast, kjakast, netverka, deila felagsvitan og vinna sær íblástur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder