Vinna

Nýggj kafé í SMS verður avdúkað

...

2019-08-30 18:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 31. august kl. 9 verður nýggja kaféin í SMS avdúkað. Kaféin letur upp, har Baresso var fyrr, tó fullkomiliga endurnýggja. Nýggja kaféin hevur nevnliga eitt føroyskt brá við føroyskari list, sergjørdum heitum drykkjuvørum, køkum og rættum á matarskránni. Gamlir klassikarar verða eisini at fáa, eitt nú SMS búffurin, bobblute, Ísmeldur og chai latte. Tað er eitt upplagt høvi at byrja valdagin við einum góðum munni í nýggju kaféini.

Tróndur Patursson er aftur í SMS

Sum nakað serstakt hevur Tróndur Patursson gjørt listaverkini, sum koma at hanga í nýggju kaféini. Tað eru nú 32 ár síðan Tróndur seinast prýddi SMS við sínum listarverkum. Tá var tað sokallaða springvatnið og trappan, ið blivu skrýdd við vøkrum glasi. Sostatt kemur Tróndur at seta sítt merki á nýggju kaféina, sum afturat at hava føroyska list á veggjunum, eisini verður prýdd við føroyskum seyðaskinni.

Sunset letur upp í nýggjum hami

Sunset letur eisini upp sama dag kl. 9 við spildur nýggjum møblum og fleiri leskiligum vørum á matarskránni. Eisini verða góð tilboð hendan dagin.

Sunset steðgar samstundis við at nýta plastsúgvirør og -lok til drykkjuvørurnar. Alt tilfar til matvørurnar verður gjørt úr umhvørvisvinaligum pappíri og pappi. Plastlíknandi koppar eru gjørdir úr PLA plasti, ið verður niðurbrotið eftir einum ári, kemur tað í náttúruna. Hóast alt tilfarið er umhvørvisvinaligt, heitir Sunset síni viðskiftafólk á, at virða náttúruna og koyra tilfarið í skrell ella pappírendurnýtslu, so tað ikki endar í náttúruni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder