Vinna

Nýggj grein um rák og varmaflutning í Føroyastreyminum

...

2015-09-24 17:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týsdagin 22. september almannakunngjørdi vísindatíðarritið Ocean Science eina nýggja grein, sum fimm fólk á Havstovuni og ein norðmaður hava skrivað. Greinin snýr seg um rákið í Føroyastreyminum, sum flytur heitan sjógv inn í Norskahavið. Hesin heiti sjógvur gevur góðar umstøður hjá uppsjóvarfiski og bræðir havísin í stórum økjum. Sum sjógvurin ferðast fram við okkum, hitar hann eisini okkara landgrunn, luft og lendi.

Tað er tí umráðandi at fylgja broytingunum í hesum ráki, og tað hevur Havstovan gjørt við mátingum í meiri enn 20 ár. Tað eru hesar mátingar, sum eru grundarlagið undir tí nýggju greinini. Vit hava leingi vitað, at sjógvurin í Føroyastreyminum er hitnaður umleið eitt stig síðan mitt í 1990-unum; men greinin ávísir, at rákið eisini er harðnað nakað hesi seinastu tjúgu árini. Saman hava upphitingin og harðnaða rákið økt varmaflutningin í Føroyastreyminum munandi.

Varmaflutningurin móti Arktis hevur stóran altjóða áhuga, og tí hevur Havstovan fingið nógvan stuðul úr útlendskum granskingargrunnum; serliga úr Europa. Tað hevur tó verið strævið støðugt at finna fígging til dýr mátitól. Tí er tað eitt frambrot, at tann nýggja greinin eisini vísir á ein nýggjan máta at fylgja broytingunum í rákinum. Við at samansjóða tær gomlu mátingarnar við mátingar úr fylgisveini, fer at bera til at fylgja gongdini við færri og bíligari mátitólum í havinum.

Ocean Science er eitt "open access" tíðarrit. Tann, sum vil lesa greinina, kann tí ókeypis taka hana niður av netinum (http://www.ocean-sci.net/11/743/2015/os-11-743-2015.html). Haraftrat eru nógv av úrslitunum at lesa í Frøði nr. 2 2015.

Kelda: hav.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder