JN

Nýggj grein um CTD

...

2015-02-27 00:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggj grein um CTD er nú vorðin almannakunngjørd í altjóða vísundaliga tíðarritinum JIMD Reports. Greinin hevur heitið:

"Carnitine levels in Skeletal Muscle, Blood, and Urine in Patients with Primary Carnitine Deficiency during Intermission of I-Carnitine Supplementation".

Fyrsti høvundur er Jan Rasmussen, lækni á Medisinsku Deild á Landssjúkrahúsinum. Kanningin kundi tó ikki verið framd uttan hollan stuðul frá starvsfeløgum á Medisinska Deplinum, Ríkissjúkrahúsinum, Fróðarskaparsetrinum og Bispebjerg Hospital.

Í greinini verður greitt frá hvussu karnitin virðini falla í vødda, blóði og landi hjá sjúklingum við ringa slagnum av CTD (N32S/N32S), tá teirra dagliga karnitin ískoyti verður steðgað. Kanningin vísti, at fría karnitinið í blóði fellur niður í helvt longu 5-9 tímar aftaná seinastu inntøku av karnitintablettum. Tískil er umráðandi hjá sjúklingunum at taka karnitin regluliga í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin. Eisini varð staðfest, at innihaldið av karnitini í vøddunum er sera lítið hjá sjúklingunum, hóast teir taka stórar mongdir av karnitini dagliga. Hetta merkir, at eingin goymsla verður uppbygd hjá sjúklingunum at nýta, tá inntøkan av karnitini minkar.

Kanningin varð framd á Landssjúkrahúsinum, og vóru 5 sjúklingar innlagdir í 5 dagar. Onnur úrslit frá kanningunum fara at verða almannakunngjørd í komandi greinum.

Kelda: ls.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder