JN

Nýggj forkvinna fyri GLS

...

2015-08-26 14:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 GLS Føroyar skrivar:

Nevndin fyri the Global Leadership Summit (GLS) Føroyar hevur fingið nýggja forkvinnu. Helga Nordendal er nýggj nevndarforkvinna. Rúni Rasmussen gevst sum nevndarformaður og er farin úr nevndini. Hann hevur verið nevndarformaður síðan 2010.
Helga Nordendal hevur verið nevndarlimur síðan 2011. Hon er útbúgvin tænari og hevur drúgvar royndir frá hotellvinnuni í Føroyum, har hon eisini hevur havt fleiri leiðslustørv. Helga hevur eisini verið virkin í kristnum arbeiði í mong ár.

GLS er ein heimumfatandi leiðsluráðstevna, sum byggir á kristna grund. Endamálið er at kveikja og menna leiðarar á øllum økjum í samfelagnum. Les meira um GLS á gls.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder