H71: Hóast tað er sorgblítt at siga farvæl við megnarkvinnurnar Sunnevu Jakobsen og Gunn Ellefsen í felagnum, so fegnast vit um, at vit í felagnum eru ríkaði við so mongum góðum fólkum, so at tað kortini væl bar til manna eina munagóða nevnd í H71.
Anna Dam, sum hevur verið ein serstakliga virkin nevndarlimur í 8 ár, varð vald til forkvinnu, nú nevndin skipaði seg. Næstforkvinna gjørdist Bergtóra Høgnadóttir.
Nevndarlimirnir Janet Johannesen og Rene Dahl Olesen halda fram.
Trý góð fólk afturat eru komin í nevndina ??? nevniliga Ann Mari Mouritsen, Símun Poulsen og Erland Johannesen.
Hetta fegnast vit um og gleða okkum til komandi kappingarár.
So samanumtikið verður nýggja nevndin gott, blandað bomm ;) Nøkur garvaði, onkur royndur og nøkur púra nýggj í nevndarhøpi.
Tá vit søgdu góðanátt eftir fyrsta nevndarfundin í gjárskvøldið var kenslan: Hetta eru góð fólk, og hetta verður enn eitt spennandi og meiningsfult ár hjá okkum í H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald