Oystan Jensen hevur stovnað el-fyritøkuna OY-EL.
Oystan Jensen er 34 ára gamal, býr í Sandavági, men er barnvaksin í Sørvági.
Oystan er góðkendur El-innleggjari, hann er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari. Hann hevur sekstan ára royndir í yrkinum, hevur siglt sum maskinmeistari í frálandavinnuni og hevur serligan kunnleika til nýgerð, feilfinning og viðlíkahald av stýringum og skipsútgerð sum heild.
Harumframt hevur hann royndir á landi við nýgerð, feilfinning og viðlíkahaldi av virkisbygningum og sethúsum.
Eg kann tí bjóða ráðgeving, feilfinning, nýgerð og viðlíkahald av øllum el-innleggingum í bygningum, og í sambandi við gøtuljós, vatnverk, pumpuskipanir v.m. sigur Oystan Jensen í stuttari viðmerking.
Sp/f Oy-El
Smæruteigur 6
360 Sandavágur
Tlf 220425
[email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald