Vinna

Nýggj bók um millumlandasiglingina

...

2019-06-19 22:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bókin er samstundis lívssøgan um ??la Hammer, skipara og stjóra á Smyril-Line.

Leygardagin verður ein nýggj bók um millumlandasiglingina á føroyskum kjøli almannakunngjørd á Parnassinum á Hotel Hafnia kl.14:00. ??ll eru vælkomin til framløguna.

Talan er samstundis um lívssøguna hjá ??la Hammer, skipara og stjóra í Smyril-Line, sum var við til at leggja lunnar undir millumlandasigligina við ferðafólki av nýggjum, eftir at ???Tjaldrið??? hjá Skipafelagnum gavst at sigla millum lond seinast í 1960unum.

Tá Føroya Landsstýrið gjørdi av at keypa ???Smyril??? í 1975, vórðu lunnar aftur lagdir undir millumlandasiglingina við ferðafólki og farmi.

??li var skipari á ???Smyrli??? frá byrjan, og hann var skipari á ???Smyrli???, til hann fór í land, tá farið varð undir at stovna Smyril-Line í 1982/-83. Og gjørdist stjóri í felagnum.

Tí hevur bókin fingið heitið: ???Millumlandasiglingin - nýggj byrjan.

Ein lívssøga 1975 ??? 2005.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder