2016-09-05 14:24
Seks nýggir næmingar eru farnir undir bankaútbúgving í Eik
Eik tekur næmingar inn á hvørjum ári, og í ár eru seks nýggj andlit í næmingatoyminum.
Tríggir av næmingunum eru knýttir at Deild Tórshavn, tveir arbeiða í Saltangará og ein á deild okkara í Miðvági.
Tey eru sera spent at koma í gongd við gerandisdagin sum bankalærlingar og vit ynskja teimum at vera hjartaliga vælkomin í Eik, tað skrivar Eik á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald