Nýggji Stapin kemur á Toftir kl. 14, ítí sambandinum verður skipað fyri móttøku á Toftakaj, kl. 14.00.
Nýggi Stapin er bygdur í 1990 og hevur kallast Husby Senior. Talan er um eitt frystilínuskip, sum er 42 metur langt og 9 metur breitt.
Skipið er sera væl hildið og í góðun standi. Verksmiðjan er rættuliga nýggj og frystiorkan er 13 tons pr. døgn. Nýggi Stapin lastar 220 tons.
Skipari á nýggja Stapanum verður Jákup Eli Eidesgaard av Eiði, sum hevur ført gamla Stapan í fleiri ár. Eisini flyta fleiri av manningini á gamla Stapinum yvir á nýggja Stapan.
Knút Høgagarð fer at føra gamla Stapan. Tað er ikki enn almannakunngjørt hvat navnið á gamla Stapanum verður.
P/F Regn á Toftum hevur keypt frystilínuskipið úr Noreg.
Tað er Andras Dánialsson, sum er við gamla Stapanum, ið hevur tikið myndirnar, tá ið nýggji Stapin silgdi uppá "prai" fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald