Vinna

Nýggi sleipibáturin verður navngivin fríggjadagin

...

2016-01-27 18:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Faroe Agency, ið frammanundan eigur og rekur sleipibátin Maria, hevur fingið ein sleipibát afturat í flotan. Fríggjadagin 29. januar kl. 15 skipar felagið fyri móttøku á Bursatanga. Á móttøkuni verður nýggi sleipibáturin navngivin.

Á móttøkuni verður høvi at fara umborð á bátin at síggja hann. Eisini eru talur og okkurt gott til góman á skránni.

Nýggi báturin er, eins og Maria, smíðaður í Turkalandi.

Móttøkan verður samstundis eitt hátíðarhald fyri, at Faroe Agency nú flytir í egin høli Yviri við Strond 23, tað eru húsini har Samskip frammanundan hava havt skrivstovu.

Móttøkan er á Bursatanga fríggjadagin 29. januar frá klokkan 15-17. ??ll eru hjartaliga vælkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder