2017-01-02 10:55
Nýggi borgarstjórin í Vága kommunu Eyðdis Hartmann Niclasen møtti til arbeiðis við degnum í morgun.
Hon hevur í morgun tosað við starvsfólkini á býráðsskrivstovuni og sett seg inn í starvsviðurskifti teirra.
Seinrapartin hevur hon fund við fráfarandi borgarstjóran Rósu Samuelsen, har Rósa fer at greiða frá teimum málum, sum ikki eru avslutta, skrivar vága kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald