2013-11-19 21:48
Nýggi amerikanski sendiharrin til Føroya
Í morgin kemur J. Rufus Gifford, amerikanskur sendiharri í Danmark, til Føroya at vitja løgmann.
Á ferðini í Føroyum fer nýggi amerikanski sendiharrin eisini at hitta landsstýrismannin í vinnumálum, Løgtingið, føroysk vinnulívsfólk og lesandi.
J. Rufus Gifford varð í summar settur í starv sum amerikanskur sendiharri í Danmark. Hetta er fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum.
Amerikanski sendiharrin fer av landinum aftur fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald