Mentan

Nýbrot innan føroyskan kórsang

...

2015-04-20 01:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Kórsambandi Føroya 19. apríl 2015



Nýbrot innan føroyskan kórsang

Kórfestirvalur 2015, sum varð hildin í Auluni í Eysturskúlanum í gjár, og sum kann kallast eitt nýbrot innan kórsang í Føroyum, eydnaðist stak væl. Festivalurin varð somuleiðis fyriskipaður sum ein kapping við trimum virðislønum, sum ávikavist Kamarkórið, Glymur og Vestmanna Sangkór vunnu.

Umframt tey átta luttakandi kórini, framførdi eisini eitt vælljómandi felagskór stjórnað av Kára Bæk nakrar sangir í endanum av konsertini. Síðani vórðu virðislønir handaðar.

Tann fyrsta fyri bestu framførslu. Tað vil siga neyvleika, tónlistagávur og dynamikk. Hesa vann Kamarkórið. Onnur virðisløn var fyri mest upprunakendu, skemtiligu og sermerktu framførslu fór Glymur avstað við, og triðju virðisløn fyri best samansettu sangskrá vann Vestmanna Sangkór.

Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang, og kappingin er knýtt upp í fyri at fáa kórini at geva gætur, hvussu og hvat tey syngja. Tað vil siga ætlað sum íblástur hjá kórunum til at finna upp á eitthvørt, sum kundi gera júst teirra framførslu eitt sindur øðrvísi enn vanligt.

Tríggir dómarar vórðu útnevndir til at døma í kappingini, og teir umboðaðu ávikavist kórsang, áhoyrarar og sjónleik. Dómararnir vóru Anna Sofía Restorff, Zacharias Sørensen og Ria Tórgarð.

Luttakandi kórini vóru Aurora Borealis, Kristiliga Sangkórið, Tórshavnar Manskór, Vestmanna Sangkór, Eystanljóð, Tórshavnar Kamarkór, Glymur og Havnarkórið.

Nevndin í Kórsambandi Føroya og fyrireikararnir umboðandi nøkur av kórunum í Havn, eru samd um, at Kórfestivalur 2015 eydnaðist stak væl og verður uttan iva eitt framhaldandi tiltak komandi árini.


Vinarliga
Nevndin í Kórsambandi Føroya
og fyrireikararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder