JN

Nýbrot á elorkuøkinum á skránni í Norðurlandahúsinum

...

2016-01-25 23:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið hava bjóðað SEV at greiða frá sínum arbeiði og grønu kósini á tiltaki í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld. Nýbrot á elorkuøkinum og málið um 100 prosent grøna elorku í Føroyum í 2030 vóru við til at vinna SEV norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina 2015


SEV hevur sett kósina og gongur undan innan grøna elorku í Føroyum. Elorkan var 60 prosent grøn í 2015, og málið er, at í 2030 stavar øll orkunýtslan á landi í Føroyum frá elorku úr varandi orkukeldum ??? vatni, vindi, sjóvarfalli og sólorku.

Norðurlandahúsið hevur bjóðað SEV at greiða frá sínum virksemi og grønu kósini næstu 15 árini, sum ber við sær miðvíst arbeiði og áhaldandi nýhugsan á elorkuøkinum. Talan er um afturvendandi tiltakið, Vitska, sum Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið skipa fyri. Vitska um slóðbrótandi arbeiði á elorkuøkinum verður í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, týskvøldið 26. januar kl. 19.30-21.00. Hákun Djurhuus, stjóri, og Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, greiða frá vegna SEV.

Føroyska elfelagið fekk norðurlendsku virðislønina fyri slóðabrótandi arbeiði og málið um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030. Dómsnevndin legði eisini dent á, at loysnir, sum verða mentar og royndar í Føroyum, kunna gagna øllum evropeiska elnetinum.

Føroyar eru longu vorðnar royndarøki fyri loysnir, sum hava til endamáls at lata so nógva grøna elorku út í eina elskipan, sum gjørligt.

- Málið hjá SEV kann bert røkkast við nýhugsan og nýbrotum sum t.d. battarískipanini í Húsahaga, ið er ein serføroysk skipan, sum kann javna óstøðugu vindorkuna út á elnetið eftir fáum sekundum ella minuttum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Fleiri aðrar skipanir eru í dag við til at bera vindin inn á føroyska elnetið. Vindmyllurnar sjálvar eru meiri framkomnar, og eitt nú økir Power Hub skipanin um møguleikarnar at leiða meiri vind inn á netið. Skipanin, ið støðugt eygleiðir gongdina á netinum, koplar stórar útvaldar brúkslutir úr, tá hon varnast, at framleiðslan gerst minni enn eftirspurningurin.

Harumframt eru nýskipanir og dagføringar bæði á oljuriknu verkunum og vatnorkuverkunum miðvíst farnar fram, soleiðis at verkini lættari kunnu arbeiða saman við óstøðugum orkukeldum sum t.d. vindi. Ein nýggj yvirskipað stýrisskipan verður eisini sett í verk á SEV í næstum. Henda skipan skal m.a. samskipa elframleiðsluna, so at grøna orkan verður brúkt á so skynsaman hátt sum gjørligt.

- Samanumtikið hevur SEV brynjað seg til at taka við grønu avbjóðingunum. Okkara náttúrukreftir og hendan menningin á ymiskum tøkniligum økjum, sum fer fram saman við altjóða samstarvsfelagum, geva Føroyum serstakar møguleikar at klára seg á grønu kósini, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder