2015-09-16 13:41
Línuskipið Núpur, sum hevur roynt við Ísland, kom á Klaksvík í nátt við 120.000 pundum, sum teir í morgun landa á Kósuni.
Tað er ein blanding av flest øllum fiskasløgum, sum Núpur hevur, nú teir komu heim.
Av Kósini verður sagt, at tað er sera friðarligt fyri tíðina, nógv skip, sum plaga at landa í Klaksvík eru til makrelfiskiskap m.a. partrolararnir Polarhav/Stjørnan og Vestmenningur/Skoraberg, og fleiri av línuskipunum eru í Grønlandi. Teir rokna við, at Jákup B landar í morgin ella møguliga fríggjadagin, Jákup B roynir á Rygginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald