2015-08-23 12:53
Leygarkvøldið gjørdi Fólkaflokkurin seg inn á upphavsrættin hjá Nudlavirkinum. Í einum álopi á Fakfelagssamstarvið, ið er kundi hjá Nudlavirkinum, brúkti Fólkaflokkurin myndir og snið, ið Nudlavirkið hevur gjørt til Fakfelagssamstarvið.
Eitt kopi varð gjørt av okkara lýsing, men teksturin var broyttur til ein politiskan boðskap hjá Fólkaflokkinum bygdan á manipuleraði tøl. Hetta er sum øllum kunnugt eitt greitt brot á upphavsrættin, og er serliga átaluvert, tá tað verður brúkt í einum poltiskum álopiá júst kundan, ið hevur bílagt lýsingina frá Nudlavirkinum.
Nudlavirkið boðaði beinanvegin Fólkaflokkinum frá, at hetta brot á upphavsrættin ikki kundi góðtakast, og hótti við at leggja sak móti flokkinum. Lýsingin var tá tikin burt, men ikki so frætt sum ein umbering kom frá flokkinum.
Nudlavirkið er varugt við, at hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at Fólkaflokkurin ikki virðir upphavsrættin. Her fyri varð ein sangur hjá føroyskari songkvinnu brúktur í lýsing hjá flokkinum, uttan biðið var um loyvi. Tá lovaði flokkurin betri atburð frameftir, men longu nú fór flokkurin aftur um mark. Júst hetta, at tað er ein afturvendandi trupulleiki ger tí, at vit í løtuniumhugsa, um farast skal víðari við málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald