Mentan

Nú vita vit, hvar føroyskir miðnámsskúla næmingar ynskja at útbúgva seg

...

2015-01-29 20:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tíðindaskriv: Nú vita vit hvar føroyskir miðnámsskúla næmingar ynskja at útbúgva seg

Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið um okkara ungdóm og hvørjar útbúgvingar ætlanir tey hava. Róð hevur verið uppundir, at ein størri partur av okkara ungum millum 20 og 30 áttu at fingið møguleikan at verið í Føroyum. Føroya Handilsskúli hevur gjørt eina kanning, sum millum annað vísur hvar okkara miðnámsskúla næmingar ætla at útbúgva seg.

Um kanningina
Kanningin er gjørd á tann hátt, at vit hava vitjað allar miðnámsskúlar í Føroyum og spurt allar næmingar á seinasta skúlaári. Kanningin er gjøgnumførd sera neyvt, á tann hátt at vit vóru inni í hvørjum einstøkum flokki á øllum skúlunum og tryggjaðu okkum, at allir møttir næmingar svaraðu kanningini og at ongin svaraði meir enn einaferð.

Næmingarnir fingu allir at vita, at teir skuldu svara øllum spurningunum eftir bestu sannføring, og svara sum einstaklingar uttan at ávirka hvønn annan. ??rslitið gjørdist, at 503 næmingar av 592 fingu høvi at luttaka í  kanningini, sum svarar til 85%. Av teimum gluppu 8 næmingar, soleiðis at endaliga talið bleiv 495 næmingar sum svaraðu, hettar svarar til 83,6% av næmingunum. Hetta sæst á talvuni niðanfyri.

Spurt tilsamans

 503

av

592

85,0%

 

 

 

 

 

svara

 495

av

592

83,6%

Manglar

 8

av

592

1,4%

 
Kanningin bleiv upprunaliga tilevnað sum ein tørvskanning, og er ein liður í menningararbeiði handilsskúlans. Føroya Handilsskúli ynskir at víðka um tilboð skúlans av framhaldsútbúgvingum í framtíðini.

Føroya Handilsskúli heldur, at tann vitan vit eru komin til kemur út á greiðan og skynsaman hátt, og kemur at kunngera kanningina í tíðindaskrivum til fjølmiðlarnar komandi dagarnar. Kanningin er umrødd í morgunsendingini í Kringvarpinum og fyrsti partur av kanningini verður greinaður niðanfyri.

Brot úr kanningini, 1. partur
Vit spurdu næmingarnar, hvar teir ætla at taka sína útbúgving, um tann útbúgving tey ætla sær í gongd við  kann takast í Føroyum, og síðani um júst tann útbúgvingin ikki kann takast í Føroyum ??rslitini vóru hesi:

 
Hetta merkir, at um tey ungu finna sína røttu útbúgving í Føroyum, so velja millum 23,2 og 41,4 prosent at taka útbúgvingina í Føroyum. Hinvegin, um tey ikki finna sína røttu útbúgving í Føroyum, so verður talið millum 5,1 og 11,4 prosent.

Talið sera høgt, heili 81 prosent av okkara ungu ætla sær at koma aftur til Føroyar. Veruliga talið er nógv lægri, umleið helvtin. Vit rokna við, at um tey ungu kunnu taka ein part av útbúgvingini her á landi, verður talið væl hægri enn tey 50 prosentini og møguliga nærri teimum 80, sum er í tráð við ætlanir teirra.

 

Síðani spurdu vit, hvar tey ungu ætla sær at útbúgva seg, sum støðan er í løtuni, og tølini blivu hesi:

Danmark framvegis er staðið tey flestu ynskja at fara, meðan Føroyar er á einum greiðum øðrum plássi.

Vit spurdu eisini næmingarnar, sum verða studentar í ár, hvussu tey meta um útbúgvingartilboðini í Føroyum í løtuni. Skotsmálini síggjast her:

Kanningin hevur fleiri onnur úrslit, sum vit ætla at kunngera seinni í hesi vikuni og í næstu viku. Tit frætta nærri, tá hesin partur er klárur.

Vit eru altíð til reiðar at taka eitt prát um kanningina og evnið, og vit kenna tað sum okkara skyldu at fáa hesi viðurskifti fram í ljósmálan, so ring ella skriva endiliga.

Blíðar heilsanir

Finn Jensen, útbúgvingarleiðari 
 
og

Helena Dam á Neystabø, stjóri 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder