Politikkur

Nú verður nýggjur svimjihylur fyrireikaður í Havn

...

2015-04-24 12:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leingi hevur verið tosað um, at tað er neyðugt at bøta um svimjiumstøðurnar í Havn, og at tørvur er á 50 metra hyli. Svimjihøllin er ein av best vitjaðu frítíðarítrivum í Tórshavnar Kommunu. Men nú er komið fram at markinum. Tað stóra virksemið er langt síðani voksið út úr kørmum svimjihyljarnar. Umframt at geva almenninginum bestu svimjiumstøður, so er tað er neyðugt at geva rúm fyri okkara framkomnu kappsvimjarum, sum hava prógvað ferð eftir ferð, at tey standa seg væl í altjóða kapping. Tað er ein sannroynd at høllin í Havn megnar ikki at hýsa svimjifeløgunum eins væl og almenningin.

Til tess at fyrireika eina verkætlan, sum kann fremjast í verki, hevur býráðið í kvøld samtykt at seta eina serstaka nevnd at fyrireika slíka byggiverkætlan. Játtan á uml. 10 milliónir er sett av á íløguætlan býráðsins.

Ítróttaranlegg eru málsøki hjá Mentamálanevndini, men byggiverkætlanin má fyrireikast væl, og tað er at fegnast um, at tað nú verður sett ein serstøk nevnd at arbeiða við hesum máli, og sum regluliga kemur at kunna bæði mentamálanevnd og fíggjarnevnd um gongdina.

Sum forkvinna í Mentamálanevndini fari eg at ynskja verkætlanarnevndini góða eydnu og hepna hond.

Í nevndini sita vegna býráðið Elin Lindenskov, sum er forkvinna í nevndin og Anfinn Brekkstein.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder