Politikkur

Nú verður hugskotskapping um at tekna Skúlan á Fløtum

...

2015-10-22 13:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á býráðsfundi í dag hevur Tórshavnar Býráð samtykt samlaðu byggiskránna til tann nýggja Skúlan á Fløtum, sum er ein tann týdningarmesta íløgan í Tórshavnar Kommunu.

Hugskotskapping liðug 18. desember

Farið verður beinan vegin í dag undir hugskotskappingina, sum skal vera liðug tann 18. desember. Fyrst í januar fer bygginevndin og Býráðið at velja vinnaraprojektið, sum lýkur tær fyritreytir, sum eru setta upp í byggiskránni.

Byggiskráin lýsir allar neyðugar fortreytir, námsfrøðiligu viðurskiftini og eisini tey teknisku viðurskiftini í sambandi við bygging av tí størsta fólkaskúlanum higartil í Havn ??? Skúlanum á Fløtum, sum kemur at verða karmur um skúladagin hjá uml. 850 skúlabørnum.

Tíðarætlan og stødd

Byggingin verður skipað í trimum byggistigum. Sambært tíðarætlanini verður fyrsta byggistig liðugt í juli 2018, og tá flytur miðdeildin (4.- 6-fl.) inn í skúlan. Annað byggistig er til hádeildina (7.-9.fl.), og tað verður liðugt í juli 2019. Í juli 2020 verður triðja byggistig liðugt, og tá flytur grunddeildin (forskúli-3. fl. og frítíðarskúli) inn í skúlan.

Mett verður, at skúlin fer at kosta uml. 350 milliónir, tá ið hann er liðugur.

Lurta fegin eftir góðum ráðum, meðan vit byggja

Hetta er ein bæði spennandi og avbjóðandi uppgáva. Og tað hevur alstóran skund, at fáa gongd á byggingina. Tí sum øll vita, so krevja verandi hølisviðurskifti hjá Skúlanum á Fløtum, at tað verður borið skjótt at.

Vit eru bæði starvsfólki, foreldrum og næmingum takksom fyri, at tey hvør í sínum lagi sýna so góðan vilja og tolsemi, at fáa skúlaskap at virka væl undir avbjóðandi umstøðum. Og vit lurta fegin eftir uppskotum um, hvussu vit kunnu loysa tær avbjóðingarnar uppaftur betri.

Brúkarabólkar hava set síni fingramerki á Skúlan á Fløtum

Seytjan brúkarabólkar við umboðum fyri starvsfólkini á Skúlanum á Fløtum hava gjørt eitt framúrskarandi arbeiði, so at byggiskráin nú er neyv og framskygd. Brúkarabólkar hava verið innan hesi øki: Træ- og jarnsmíð, myndlist, tænastudepil (bókasavn), lestrarvegleiðing, handarbeiði, førleikastovu, heimkunnleika, náttúruvísindi, ítrótt, miðdeild, uttandura/innandura fríøki , KT, hádeild, málstovu, tónleik og drama, grunddeild og frítíðarskúli, húsavørðir og reingerð.

Semja er um at leggja dent á opinleika og trivnað, at skúlin eggjar til heilsugóðan lívsstíl og rørslu. Og miðað verður eftir, at skúlin hevur heilsugóða matarskipan.

Náttúruvísindi, tónleik, handverk og list

Karmarnir fyri skúlan skulu vera nýskapandi og framskygdir, soleiðis at arkitektururin og námsfrøðin ganga upp í hægri eind. Broytingar, sum fara fram í samfelagnum, koma at seta stór krøv til skúlan og til nýtslu skúlans yvirhøvur. Samanumtikið eigur skúlabygningurin at vera fleksibul og liðiligur, til fleirtáttað brúk, broytta nýtslu, innrætting og til framtíðar tørv.

Skúlin hevur náttúruvísindi, tónleik, handverk og list á breddanum, og skal hetta síggjast aftur í byggilistini. Eisini skulu umstøðurnar hjá næmingum við serligum tørvi vera góðar.

Ítróttarhøll

Umstøðurnar til ítrótt annars fara eisini at síggjast aftur í nýggja skúlanum. Skúlin fær egna ítróttahøll við áskoðaraplássum. Høllin kann býtast sundur í smærri eindir alt eftir nýtsluni. Eisini ítróttafeløgini fáa gagn av ítróttahøllini, sum sostatt verður at loysa ein part av tí tørvi, sum kommunan hevur at veita feløgum og almenningi hallartímar til venjing og kapping.

Og so ikki at gloyma uttandura økini

Bygginevndin og brúkarabólkarnir hava lagt áherðslu á, at eisini útiøkini skulu skiljast sum sjálvsagdur partur av skúlanum, byggilistini og námsfrøðini. ??tiøkini skulu eggja til rørslu, uttandura tilhald og tað at læra. Veðurlagið gevur avbjóðingar, men eisini møguleikar, sum skulu gagnnýtast.

Nú verður so farið til næsta stig, sum er ein hugskotskapping, har fleiri samtøk hava fyrireikað seg til at tekna og at vera ráðgevar.

Sum limur í bygginevndini eri eg sannførd um, at vit nú fara undir eina fantastiska og framskygda skúlabygging, og vit fara at leggja stóra orku í at fáa skúlan bygdan so skjótt og so kostnaðareffektivt sum møguligt.

Helena Dam á Neystabø, Forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder