Ítróttur

Nú verður aftur fótbóltur á Eiði

...

2015-06-01 23:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í morgun byrjaðu teir á Eiði at leggja graslíki á nýggja fótbóltsvøllin á Hólmanum. Væntandi verður tað arbeiði liðugt  hesa vikuna.

JN.fo tosaði í dag við borgmeistaran á Eiði - Jógvan í Skoruni - hann roknar við, at vøllurin verður klárur at taka í brúk um 20. juni.

Tað er P/f Føroya Møblasøla, sum selir graslíki og tekur sær av áleggingini av nýggja graslíkinum.

Miðskeiðis í 90-inum varð gráslíki lagt á vøllin á Mølini á Eiði, men tann vøllurin hevur ikki verið í brúk síðan 2008 - nú verður vøllurin á Mølini brúktur til Campingpláss.

Nýggi vøllurin á Hólmanum liggur miðskeiðis í bygdini. 

Tað hevur verið eitt umfatandi arbeiði at bygt nýggja vøllin á Hólmanum, summastaðni var dýpið 12-16 metrar av mold og evju, sum skuldi fáast burtur

Myndirnar hevur Jógvan í Skorini, borgmeistari tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder