Mentan

Nú styttist til Countryfestivalin, tað sæst aftur á Dungasandi

...

2015-06-01 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Byngjur, maskinur, plattar o.a. er komið á økið og fólk eru farin í holt við at seta pallar, telt og aðrar rekvisittir upp, nú tað bert eru góð fýra døgn eftir til Sune Jacobsen, borgarstjóri, setir Sørvágs Country- & Bluesfestival 2015 í gongd.

Í dag kl 16 letur Løðuhandilin upp har m.a. til ber at keypa atgongumerkir, vælumtóktu festivaltroyggjuna og cowboyhattar.

Eisini verða armbondini útflýggja til tey, ið longu nú hava keypt atgongumerki.

Handilin er opin allar dagarnar fram til festivalin, tíðirnar síggjast á heimasíðuni country.fo

Tað ber framvegis til at keypa atgongumerki á heimasíðuni country.fo, tey verða tó ikki send út við postinum nú vit eru komin so tætt upp undir festivaldagin, tí skulu tey atgongumerkini, sum verða keypt á netinum frá nú av, avheintast á sølustøðunum, sum eru í Løðuhandlinum mánadag til fríggjadag og í gamla Eik banka fríggjadag og leygardag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder