Sølurnar av makreli, norðhavssild og botnfiski eru avgreiddar.
Hervið verður boðað frá, nær einstøku sølurnar av rættindum at veiðasvartkjaftfara fram, og nær seinasta freist er at lata boð inn.
Uppboðssølan verður skipað í fýra umførum við opnari og afturlatnari uppboðssøla.
Opin uppboðssøla
Dagfestingin fyri opnu uppboðssøluna ásetur,nærsølan fer fram.
Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni hesar dagar:
- Mánadagur 5. septembur: Svartkjaftur, 5.000 tons
- Mánadagur 12. septembur: Svartkjaftur, 5.000 tons
Reglugerð fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya,www.fmf.fo
Tal og stødd á sølulinjum verða lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya í góðari tíð undan søluni.
Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Fiskamarknaði Føroya,www.fmf.fo- telefon 41 41 41 ella [email protected]
Afturlatin uppboðssøla
Dagfestingin fyriafturlatnuuppboðssøluna staðfestirseinastu freistat lata boð inn.
Vørnstendur fyri afturlatnu uppboðssøluni.
Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, kl. 12.00, hesar dagar:
- Hósdagur 8. septembur: Svartkjaftur, 5.000 tons
- Hósdagur 15. septembur: Svartkjaftur, 5.000 tons
Reglugerðin fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Vørn,www.vorn.fo
Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Vørn,www.vorn.fo- telefon 31 10 65 [email protected]
Fiskimálaráðið,
- august 2016
Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald