2016-11-24 20:38
Tróndur í Gøtu kom í kvøld á Tvøroyri við 1.100 tonsum av svartkjafti, teir skulu landa ein part av veiðuni á Tvøroyri, har svartkjafturin verður frystur, svartkjafturin skal brúkast til at royndarkoyra nýggja svartkjaftavirki við. Teir eru nú komnir somikið langt á Tvøroyri, at virkið verður royndarkoyrt fyrstu dagarnar.
Tað ið Tróndur ikki landar á Tvøroyri verður landað til Havsbrún í morgin.
Tróndur í Gøtu hevur roynt eystur úr Fugloynni, har royna Finnur Fríði, Christian í Grótinum, Næraberg og íslendsku skipini Jón Kjartansson og Bjarni ??lafsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald