Komandi hálva árið, fer Kunningarstovan í Vágum undir eitt umfatandi átak at menna og styrkja ferðavinnuna í vesturøkinum.
Við hesum átaki ætla vit at seta ljós á øll tey sum longu nú eru inni í ferðavinnuni, og
eisini hjálpa og stuðla teimum, sum hava áhugað at koma inn í hesa vinnu, sigur leiðarin á kunningarstovuni í Vágum, Sølvi Simonarson.
Kunningarstovan hevur gjørt avtalu við Niclas Hera Jákupsson frá felagnum Fegin, og kemur hann at vera toghaldari í hesari verkætlanini, sum kemur at vara fram til 1. juli.
Fyrsta átakið verður í Vága Listastovu (Salem), týskvøldið 16. februar kl. 19.00.
Skráin fyri kvøldið:
Kl. 19.00 Sølvi Simonarson bjóðar vælkomin
Kl. 19.10 Hvat gott hava vit her vesturi at bjóða ferðafólkum?
Kl. 20.30 Hvussu kann eg blíva betur til at selja mínar vørur og tænastu? v/Niclas Hera Jákupsson
Niclas Heri sigur í stuttari viðmerking, at Vágarnar og Mykines hava nógv áhugavert at bjóða fram longu nú ??? og longu nú eru nógvir veitarir sum bjóða seg fram. Hesir skulu vænta at fáa nógv burtur úr einari slíkar verkætlan ??? bæði hvussu tær kunnu blíva betur til at samstarva, branda seg sjálvan og ikki minst, at blívu betur til at selja teirra
upplivingar, vørur og tænastur.
Men tað er einki at ivast í, at enn hava vit bert sæð toppin á ísfjallinum tá tað kemur til ferðavinnuna í Vágum. Nátturan er bergtakandi vøkur og fjøllini eru lætt atkomulig. Vit hava størsta vatnið í landinum og fleiri onnur hugtkandi vøtn. Fleiri spennandi og
áhugaverdar søgur og sagnir eru í økinum, og fleiri eru fólkini, sum hava evnir og áhugað at arbeiða í ferðavinnuni. Vit vóna at slíkt átak, kann fáa enn fleiri veitarir at bjóða seg fram, bæði til at gera gongutúrar, fiskitúrar, hárutúrar, fjalltúrar og aðrar útferðir ???
umframt at vit fáa fleiri, sum fara at bjóða summarhús, bed and brekfast og heimablídni o.a. fram, sigur Niclas Heri.
Leiðarin á Kunningarstovuni í Vágum leggur afturat, at bæði ferða- og handilsvinnan er vælkomin at vera við hesum átakinum.
Endamálið er at gera ferðavinnuna og handilsvinnuna meira sjónliga her vesturi, so vit kunnu hava fleiri spennandi tilboð til ferðafólkini fram yvir.
Endamálið hjá Kunningarstovan í Vágum, er at ganga á odda, og vera ein tíðandi partur av at hjálpa og stuðla útbjóðarum og veitarum her vesturi, sigur Sølvi at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald