Vinna

Nú nærkast bensini 9 krónur fyri liturin

...

2014-12-31 18:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur í dag er oljuprísurin lækkaður hjá bæði Magn og EFFO, seinast oljuprísurin lækkaði var mánadagin. Í dag fór ein litur av bensini 13 oyru niður í prísi fyri liturin, sostatt kostar bensini nú kr. 9,16, fyri bert góðari viku síðani kostaði ein litur av bensini 9,48 krónur. Tann 20 november kostaði ein litur av bensini kr. 10,10, tað vísur yvirlit á heimasíðuni hjá Magn.

Prísurin á dieselolju er samstundis lækkaður 12 oyru fyri liturin í dag. Ein litur av dieselolju kostar nú kr. 7,99.

Brennioljan er lækkað við 125 krónur fyri tonsið. Eitt tons av brenniolju kosta nú 6.400 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder