Politikkur

Nú mugu einsamallir uppihaldarar á breddan

...

2015-08-11 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðir broytast og tørvir broytast.

Seinastu tíðina hevur nógv verið kjakast um einsamallar uppihaldarar, um hvussu korini hjá hesum samfelagsbólki ikki eru nøktandi í samfelagnum í dag.
Hetta eru vit í Fólkaflokkinum samd um at broyta, og verður hetta eitt tað fyrsta vit fara at gera, tá flokkurin er komin í samgongu eftir valið.
Ein møguleiki hevði verið at gjørt okkurt við upphæddirnar, ið latið verður í barnagjaldi, tá foreldrini at barni ikki búgva saman.
Búgva foreldrini at barninum ikki saman, eigur tann ið ikki hevur barnið búgvandi, at gjalda hinum foreldrinum barnagjald til. Einligi forsyrgjarin fær í dag 1083 kr. um mánaðin frá hinum partinum í barnapengum, og er hetta tilsamans 12.996 kr. um árið. Hin parturin hevur møguleikan gjøgnum ríkisumboðið, at fáa endurgoldið helvtina av barnapeninginum, um søkt verður um tað. Einligi forsyrgjarin skal við barnapeninginum, barnafrádrátti triðja hvønn mánaða og sínu egnu inntøku, klára at gjalda fyri bústaðarleigu, stovnar, mat, klæðir, og annað, ið krevst at forsyrgja einum barni.
Upphæddin, ið einligi forsyrgjarin móttekur frá hinum partinum, er ofta ikki nøktandi hjá barninum, av tí at upphæddin er so lág, og bústaður, matur, klæði og annað tilsamans, er sera kostnaðarmikið.
Tí siga vit í Fólkaflokkinum í valskrá okkara:

??? Vit vilja betra umstøðurnar hjá lesandi við børnum.
??? Vit vilja, at útleiging skal vera skattafrí, so tað gerst bíligari hjá ungum at leiga.
??? Vit vilja leingja barnsburðarfarloyvið ??? og foreldrini sleppa sjálvi fult og heilt at velja býtið av barnsburðarfarloyvinum.
??? Vit vilja fremja lóg um stuðul til familjur í fátækravága.

Vit í Fólkaflokkinum halda, at tíðin er komin at broyta hesi korini. Og er tað nakað ið søgan lærir okkum, so er tað at Fólkaflokkurin heldur orð.
Tí ætli eg mær at arbeiða fyri at einsamallir uppihaldarar fáa munandi betri sømdir í komandi tíðum.


Brandur Sandoy, valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder