Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vunnu valið við at endurtaka uppí saman og uppí saman aftur, at vit skuldu hava eitt rættvísari samfelag. Nú skuldi ríkidømi í havinum út í hvønn krók í landinum.
Síðani valið hava vit sæð mótmæli omaná mótmæli móti politikkinum hjá sitandi samgongu. Mótmælini eru komin allastaðni frá, frá pensionistum, sjófólki, manningarfeløgum, lesandi og nú mótmælir Klaksvíkar arbeiðarafelag eisini.
Tað má vera lagnunnar speisemi, at nú mótmælir sjálvt arbeiðarin politikkinum hjá javnaðarflokkinum og tjóðveldi. Flokkunum, sum siga seg hava arbeiðaran í sínum hjarta. Hvat meinti formaður javnaðarflokksins við eitt rættvísari og javnari samfelag. Rættvísari og javnari fyri hvønn ? arbeiðaran ? fiskimannin, útróðrarmannin ? pensionistin ? tey lesandi ?
Um uppboðssølan verður samtykt, kunnu vit so vænta, at næsta trekkið hjá javnaðarflokkinum verður, at tann sum kann gjalda mest fyri at fáa eitt alment starv, fær tað ? Ikki bara einaferð, men hvørja ferð uppboðssølan verður ?
Er hetta veruliga rættvísið hjá javnaðarflokkinum, tjóðveldi og framsøkn, sum teir greiddu fólkinum frá áðrenn valið ?
Álvaratos sær samgongan ikki øll tey reyðu ljósini og allar ávaringarnar ? skilir hon ikki álvaran ? Fjøldin hevur nú stórt sæð rópt varskó, síðan samgongan kom til.
Nú átti samgongan at lurta eftir fólkinum og tikið tað til eftirtektar, sum fólkið sigur og ikki ignorera meir.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald