Politikkur

Nú má mismunurin mótvegis pensjonistum halda uppat

...

2021-11-14 11:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni stendur: ???Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.???

Hetta er í samljóði við tað, ið Landsfelag Pensjónista hevur víst á og hevur havt ynski um at fáa broytt, og sum Miðflokkurin av heilum huga hevur tikið undir við, soleiðis at vit fáa bannað hesum áralanga mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Grundgevingin hevur verið, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Umframt tann fíggjarliga týdningin, ið ætlaða broytingin fer at hava við sær, er eisini umráðandi at leggja dent á tann trivnaðarliga týdningin fyri hin einstaka og samfelagsliga týdningin sum heild ??? ikki minst í hesi tíð, tá tørvur á arbeiðsmegi er sera stórur. Tí er ynskiligt, at broytingin verður framd sum skjótast.

Tað er í hesum sambandi, at eg vil spyrja landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum 1. apríl 2013, eisini sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sendi út rundskriv um fráfaringaraldur, nær hann sendur nýtt rundskriv út, sum er í samljóði við samgonguskjalið, og nær stig verða tikin til at broyta tænastumannalóggávuna samsvarandi.

Nevnast skal eisini, at fyri uml 15 árum síðan var í Danmark, við lóg, ásett bann fyri at gera mismund á arbeiðsmarknaðinum orskað aldur.

Loksins skal viðmerkjast, at landsstýrismaður 17. Oktober 2019 svaraði líknandi spurningi soleiðis:???Miða verður ímóti at fremja broytingar um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skjótast.???

Nú tvey ár eru gingin ??? og mær vitandi ongar broytingar framdar ??? verður spurningurin reistur av nýggjum.

Spurningurin,settur Jørgen Niclasen,landsstýrismanni,er soljóðandi:

???Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin broytir galdandi mannagongd um fráfaringaraldur á almanna arbeiðsmarknaðinum og fremur nýggjar ásetingar hesum viðvíkjandi??? ?

Á Løgtingi, 11. november 2021

Tordur J. Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder