Politikkur

Nú má kósin haldast

...

2015-08-25 16:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er umráðandi, at verandi vinnu- og búskapargongd fær møguleikan at halda fram á somu kós sum nú.

Vit hava sæð, at bæði pelagiska vinnan og alivinnan hava havt góð úrslit seinastuárini.

??rslitini hava givið væl av peningi til landskassan, kommunukassarnar og harvið til føroya fólk, eins og til eigararnar sjálvar, sum hava brúkt avkastið til nýggjar risastórar íløgur.

Tað eru bygt tvey pelagisk virkir á landi, sum hava skapað ein hóp av arbeiðsplássum og harvið fingið alt tað pelagiska tilfeingið uppá land í Føroyum til matna. Hetta var ikki møguligt fyri fáum árum síðan, tá alt var selt til okkara grannalond.

Hetta opnar nýggjar møguleikar til at virðisøkja tilfeingið og skapa enn fleiri arbeiðspláss og harvið búskaparvøkstur.

Í alivinnuni verður útbygt sum ongantíð fyrr.

Íløgurnar hjá alivinnuni eru nú so stórar, at tær eru ájavnt við samlaðu íløgurnar hjá landinum.

Hesar útbyggingar skapa stórar ringvirkningar í øllum samfelagnum, og harviðskapa tær stóran búskaparvøkstur.

Eisini innan alivinnuna eru stórir møguleikar til víðari góðsking og virðisøking.

Tí er neyðugt at fáa fríhandilssáttmála við ES á øllum fiskavørum og tryggja, at hon verður kappingarfør og lønandi.

Búskaparvøkstur skal til fyri, at vit framhaldandi kunnu hava eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag.

Tað er tí umráðandi, at verandi karmar fyri okkara vinnulív verða tryggjaðir fyri komandi valskeið. Hetta kann best gerast við at velja ein sterkan fólkaflokk aftur á Føroya løgting, so verandi góða vinnu kós, kann haldast.

Hans Jákup Kallsberg

???Valevni Fólkafloksins


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder