2019-03-26 23:26

Bústaðir og Vága Kommuna skrivaðu undir sáttmála seinasta heyst, um at byggja 5 íbúðir í Steigarbrekku í Sandavági.
Tað varð grivið av í oktober og november, síðani er gjørt klárt at spreingja og nú verður planerað til 5 íbúðir.
Vit vóru á staðnum í dag og tóku nakrar myndir - tað líðir væl við planeringini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald