??ll átjan feløgini vóru umboðaði, tá Fótbóltssamband Føroya leygardagin hevði árliga aðalfundin, ið varð hildin í FSF-húsinum í Havn.
- Eg eri fegin um góða samstarvið millum FSF og føroysku fótbóltsfeløgini og at vit í felag hava megnað at skapt frið og stabilitet kring felagsskapin, og at vit sum úrslit av hesum hava fingið væl burturúr seinastu árini, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Leygardagin varð árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn. Umboð fyri øll átjan feløgini tóku lut á fundinum, ið vardi í góðan hálvan triðja tíma.
Tað fyrsta, ið hendi, var at fundarfólkið mintust ??lavur Olsen úr Víkingi, og Kjartan Mohr úr B36, ið báðir lótu lív farna ári. Síðani varð fundarstjóri valdur, og formansfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2016 løgd fram og samtykt.
Á aðalfundinum hesaferð var val til starvsnevndina og val av forseta á skránni.
Í starvsnevndini stóðu Róin Schrøter, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason fyri vali. Allir tóku við afturvali, og tá einki mótvalevni var, halda teir tríggir fram í starvsnevndini. Sama var galdandi fyri Christian F. Andreasen, ið hevur verið FSF-forseti síðani 2010. Eingin stillaði upp ímóti forsetanum, og tí verður tað Christian F. Andreasen, ið eisini næstu fýra árini fer at standa á odda fyri Fótbóltssambandi Føroya.
Á fundinum leygardagin vórðu ymisk uppskot løgd fram, og millum annað varð uppskot frá NSÍ samtykt, ið sigur, at nú kunnu sjey spælarar og sjey hjálparfólk sita á bonkinum undir dysti.
Klokkan gott hálvgum fýra, eftir góðan hálvan triðja tíma, kundi fundarstjórin taka saman um og takka fyri ein góðan og siðiligan fund. Síðani varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.
Fleiri myndir frá aðalfundinum síggjast her: FSF Aðalfundur 2017 / Myndir
Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya. F.v.: Kristmund Johannessen, Fróði Danielsen, Fríðin Ziskason, Jógvan Páll Joensen, Christian F. Andreasen, Róin Schrøter og Jákup Martin Joensen - Mynd: Hans Erik Danielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald