Politikkur

Nú krossurin skal setast

...

2016-11-08 00:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu veljarar, nú nærkast til krossurin skal setast. Seinastu dagarnar hevur nógv verið tosað um tær mongu avbjóðingar, sum standa fyri framman í Vága kommunu. Visiónirnar og lyftini eru mong og er tað mín fatan, at møguleikarnir eru enn fleiri. Sjálv eri eg av tí sannføring, at vit skulu vaksa okkum burtur úr avbjóðingunum. Eg ynskji, at tá ið komandi seta er av, kunnu vit stolt og fegin síggja aftur á:

- At búðstaðir eru til øll í ynskja at búseta seg her.

- Eina meira kappingarføra kommunu við lægri skattaprosenti og kappingarførðum barnagarðsgjaldi.

- Eina enn hægri inntøku, ið kemur frá øktum vinnuligum virksemi og øktum íbúgvaratali.

- At vit eru komin væl áleiðis við 2. byggistigið av skúlanum.

- At vit støðugt arbeiða fram ímóti einum størri samstarvi og samanhaldi millum bygdirnar og kommunurnar í oynni.

- At vit á ymiskan hátt gera dagligdagin tryggari og hugaligari hjá okkara børnum.

Vágar er á mangan hátt ein perla at búleikast og vaksa upp í. Stutt er frá fjørðu til haga, upplandið er stórt og kajøkið stendur klárt at seta dreymar og møguleikar á. Skúli, barnagarður og eldratænasta eru tað, ið aðrar kommnur droyma um at bjóða sínum borgarum. Vit hava sera nógv at glaðast yvir ??? bara vit opna eyguni.

Vísi mær tykkara álit, og eg skal vísa tykkara vilja í verki. Eg vil arbeiða hart fyri, at vit øll fáa eina størri, sterkari, kappingarførari og tryggari kommunu at búleikast í.

Gott val øll somul.

Set X við ein sterkan Nýggja lista V

Set X við Elin Doris á Mýrini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder