Politikkur

Nú kemur glastak á Perlutorgið

...

2016-04-19 12:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Málið um glastak á Perlutorgið kemur endaliga fyri býráðið á býráðsfundinum í kvøld kl 18. Stór undirtøka er fyri ætlanini, og nú verður farið undir at leggja tekju út yvir Perlutorgið. Málið er fyrr einmælt samtykt.


Glastakið fer at gera tað munandi høgligari at skipa fyri tiltøkum uttandura, og um somu stund verður eisini væl lættari at avgreiða ymisk tiltøk á økinum. Tekjan verður úr herdum glasi og verður fest í stálsteyrar.

Tað fer at kosta ein slaka millión at geva Perluni, Reinsarínum og Perlugarðinum nýggjar og spennandi møguleikar, tað skrivar www.torshavn.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder