JN

Nú kanst tú tekna teg til FarGen

....

2016-09-19 12:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú kanst tú tekna teg til FarGen. 

Við hesum slagorðum varpar lýsingaátak í dag ljós á, at nú er latið upp fyri tilmeldingum til FarGen-verkætlanina hjá Ílegusavninum.

 Allir føroyingar og øll, sum búgva í Føroyum, kunnu nú tekna seg sum luttakarar í FarGenverkætlanini. Kravið er, at tú ert í minsta lagi 18 ár. 

Teknar tú teg til FarGen-verkætlanina, skalt tú lata eina blóðroynd. Títt DNA verður uppreinsað úr blóðinum, sum síðani verður talgildað og skrásett í einum dátugrunni. Dátugrunnurin skal menna ein pall, sum letur upp fyri gransking í ílegum og arvaligum sjúkum, og mennir møguleikarnar fyri fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum. 

Málið er at lesa arvastreingin hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Í fyrstu atløgu verða arvastreingirnir hjá 1.500 føroyingum lisnir, og talgildu dátur teirra verða skrásettar í einum dátugrunni hjá Ílegusavninum. Kannað verður ikki, hvat úrslitini siga um sjúku og arvaeginleikar hjá tí einstaka, men dáturnar verða bert viðgjørdar í samlaðum høpi at finna fram til eitt sonevnt tilvísingargenom. Eitt tilvísingargenom vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum. 

Granskarar kunnu søkja um loyvi til at fáa atgongd til dátur í dátugrunninum, men luttakarin ger í hvørjum einstøkum føri av, um hann vil luttaka í ávísu granskingarverkætlanini. FarGen er ein verkætlan hjá Ílegusavninum, sum er stovnur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

 Meira fæst at vita um FarGen á nýggju heimasíðuni www.fargen.fo.

 Samband: Katrin D. Apol, kunningarsamskipari hjá FarGen Tlf. 23 30 51 [email protected]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder