Nógv tann størsti parturin av ferðafólkunum, ið koma til landið, fara til Kirkjubøar, fyrst og fremst fyri at hyggja eftir Múrinum. Seinastu árini hava ferðafólk tó bara hómað leivdirnar av honum, væl fjaldur sum hann er undir einari lítið-pyntiligari veðurverju. Har eru eingi skeltir, eingi kort og eingin kunningarstova, har til ber at kunna seg um ta merkisverdu søgu, ið fjalir seg handan leivdirnar í hesum gamla Bispasæti.
Varðveitingararbeiðið uppá Kirkjubømúrin verður ikki liðugt í 2015 sum ætlað, og tørvur er á játtan komandi fýra árini fyri at arbeiðið kann fáast frá hondini. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 er bert 1mió kr sett av til varðveitingararbeiðið og einki frá 2016 og frameftir. Tað er alneyðugt, at politiska skipanin stendur saman um at játta neyðuga peningin til at fáa gjørt arbeiðið at varðveita Múrin liðugt. Annars er sannlíkt, at tað ikki verður fullført og at tað sum er gjørt er til fánýtis, og so er gølan vís.
Kirkjubømúrurin er Føroya mætasta fornminni, tá ið tað snýr seg um byggikynstur og bygningadekoratiónir, og hevur, sum ein ???norskur bygningur???, eisini stóran byggisøguligan týdning í norðurlendskum høpi. Varðveitingararbeiðið í samband við Kirkjubømúrin og onnur jarðføst fornminni á miðaldar biskupssetrinum í Kirkjubø verða framd smbrt áliti um Kirkjubømúrin frá 2008, sum varð góðkend av landsstýrsimanninum í 2010. Í álitinum verður staðfest, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at mentanarminnini í Kirkjubø sum ein heild, t.e. eisini aðrar leivdir av biskupssetrinum, verða góðkend av alheimssamfelagnum sum heimsarvur.
Smbrt tilmælinum skuldi verkætlanin ganga frá 2008-2014 og fór at kosta 10,9 mió kr. Men umvælingararbeiðini, sum skuldu setast í verk í 2009, vórðu ikki sett í verk fyrr enn í 2011. Tí er nú greitt, at verkætlanin verður ikki liðug í 2015 og endurskoðaða kostnaðarætlanin vísir, at samlaði kostnaðurin fer at vera 12 mió kr. Hækkingin verður grundgivin við, at við verandi játtan uppá 1 mió kr um árið, ber illa til at arbeiða skynsamt, hvørki arbeiðsliga ella fíggjarliga. Tað er neyðugt, at múrkonserveringin fer fram í føstum árligum stigum við somu manning, sum nú hevur vunnið sær virðismiklar royndir á hesum serøki, og eins neyðugt, at til ber at gera forkanningar, uttan at darva tilgongdini í múrkonserveringini. Harumframt er fyribils veðurverjan farin at eldast, og tí skulu serligar umvælingarútreiðslur nú setast av til hetta. Eisini skal ein fyribils veðurverja setast um líkhús í 2015.
Tí er neyðugt við eini árligari játtan uppá millum 1,2 og 1,85 mió kr komandi árini fram til 2018 fyri at verndararbeiði kann gerast liðugt. Um somu leið sum varðveitingararbeiðið verður fullført, eiga Mentamálaráðið (Søvn Landsins) og Vinnumálaráðið (Visit Faroe Islands) at fara undir at gera eina ítøkiliga almenna ætlan fyri, hvussu ferðavinnan kann og eigur at verða skipað og ment á søguligum plássum við fornminnum.
Gunvør Balle
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald