Vinna

Nú fara skipini avstað aftur

...

2015-01-14 00:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nakrir av partrolarunum komu bara undir land at kroka í óveðrinum, teir eru komnir aftur á fiskileið, Bakur/Stelkur og Vesturtúgva/Grønanes eru staddir norðanfyri, eisini línuskipið Jákup B er á fiskileið norðanfyri, garnaskipið Thor er somuleiðis norðanfyri - Líðhamar og Norðsøki royna norður úr Kallinum. Polarhav/ Stjørnan og Ametyst/Jaspis eru staddir eystur úr Fugloynni. Breiðanes/Hamranes og Vestmenningur/Skoraberg royna eystur úr Suðuroynni og Falkur/Heykur royna í ein útsynning úr Suðuroynni. Teir smáu trolbátarnir Olga Maria og Jens Leon royna eystur úr Sandoynni.

Næraberg og nøkur russisk svartkjaftaskip royna sunnast í føroyskum sjógvi eftir svartkjafti, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Jupiter og Norðborg eru á veg á svartkjaftafelti, tað eru 3 íslendsk skip eisini, tey eru: Jón Kjartansson, Hoffell og Beitir.

Sagt verður frá góðveðri í morgin, men hósdagin verður aftur nógvur vindur, ættin hósdagin verður mest útnyðringur, vindferðin fer at koma uppí 20 m/sek hósdagin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder