2016-09-12 15:08
Børn og ung kunnu gleða seg, tí um bert fáar mánaðir kunnu tey njóta longsta rutsjubana í landinum. Banin verður settur upp í desember í Svimjihøllini í Gunadali, ið samstundis verður útbygd og í heila tikið gerst meira barnavinarlig.
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin
Skjótt verður ein nógv eftirspurd umbygging av Svimjihøllini í Gundadali gjørd, so pláss verður fyri einum rutsjubana, sum nógvir høvuðsstaðarborgarar leingi hava sóknast eftir.
Í kvøld samtykti Tórshavnar Býráð at fara undir eina umbygging av Svimjihøllini, ið samstundis fer at geva pláss fyri einum longum rutsjubana uml. 72,3 m.
Dagføringarnar merkja somuleiðis, at tað bæði innan sum uttan verður talan um ein betri og meiri barnavinarligan svimjihyl.
Avtala er gjørd við Aquaplan Aps um at gera skitsuuppskot og kostnaðarmeting sum grundarlag fyri støðutakan til møguliga víðari detailprojektering og útboði.
Til verkætlanina er ætlanin at taka av tilboði frá Hydro Sport um veiting og uppseting av bananum. Í íløgukarminum fyri 2016 eru 1,5 mió. krónur til verkætlanirnar, meðan restupphæddin á slakar 1,7 mió. krónur verða fíggjaðar av løgukarminum 2016 fyri langhylin.
Umframt at taka trýstið av gosbaðnum inni í høllini, fer íløgan at skapa eitt gott umhvørvi uttan fyri høllina. Rutsjibanin verður settur upp í tí endanum á Svimjihøllini, har vippurnar eru, men hetta fer sjálvandi ikki at darva teimum, sum nýta kavingarhylin.
Vit kunnu í sambandi við umbyggingina gleða okkum til at fáa eina víðkaða og dagførda Svimjihøll í Gundadali, sum bæði fer at gagna bønum og ungum, frítíðarsvimjarum, eins og kappingarsvimjarum og teimum, ið bert ynskja at stuttleika sær í vatni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald