Tríggir dystir hava í dag verið í FTZ-deildini í hondbólti.
Í Havn leiktu H71 og Kyndil. Tað var Kyndil ið legði betri fyri, men í hálvleikinum hevði H71 fingið eina leiðslu uppá tvey mál 12-14. Í seinna hálvleiki øktist munurin og H71 vann dystin 21-29. Besti skjúttin fyri Kyndil var David Edvardsen við 9 málum, og fyri H71 var tað Peter Krogh við 6 málum.
Í Vestmanna tók VÍF móti Neistanum. Ingi Olsen var aftur at síggja á vøllinum. VÍF renn frá Neistamonnum frá byrjan, og vórðu á odda 18-9 í hálvleikinum. VÍF vann dystin 35-24. Besti skjúttin fyri VÍF var Filip Jojic við 10 málum, og fyri Neistan fingu tveir mans fimm mál, Rói Berg Hansen og Frank Askildsen.
Á Skála fekk StÍF sín fyrsta sigur í ár við at vinna á Team Klaksvík. Liðini fylgdust í fyrra hálvleiki, og hevði StÍF eina leiðslu uppá trý mál tá farið var til hálvleiks 18-15. StÍF vann dystin 39-25. Allan Norðberg fekk 12 mál fyri StÍF og fyri Team Klaksvík fekk Hendrik Justesen 8 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald