Nú eru 5.638 harur skrásettar at verða skotnar Í Føroyum, á 554 túrum. Hetta eru 398 haru fleiri enn somu tíð í fjør, tá 5.240 harur vóru skotnar á 565 túrum.
ROKT??RUR Í ÁRNAFIRÐI
Dagurin í gjár (leygardagur 20. desember) royndist væl. Tá vóru 456 harur skotnar á 42 túrum.
Best lá fyri í Árnafirði, har ein einsamallur maður, Jákup Hansen, skeyt 38 harur á einum túri í; 30 av harunum vórðu skotnar í Ognarhaganum og 8 í grannahaganum ???Bergið???. Hetta man vera føroyskt met. 38 harur viga umleið 120 kg. Jákup mátti tí ganga fleiri ferðir, fyri at fáa fongin heim til húsa. Eisini kom ein bátur fram við, sum tók nakrar av harunum.
VESTMENINGAR FRAMVEGIS RASKASTIR
Tað eru framvegis vestmenningar, sum eru teiri raskastu. Flestar harurnar eru skotnar í ??tihaganum á Bjørgum í Vestmanna. Teir hava fingið 162 harur á 8 túrum. Teimum á baki er ein annar hagi úr Vestmanna: Dalhagi, Eystaripartur. Teir hava skotið 139 harur á 3 túrum.
Myndin vísir talið av harum ( ??????), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini, frá
3. november til 21. desember 2014, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku
dagarnar (- - - - - ). ??rslitið fyri 2014 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2013
(bláu linjurnar).
SAMLAÐA HARÐUVEIÐNA 15. ??? 20. DESEMBER 2014
Dagur |
Dato | Tal av harum | Tal av túrum |
Mánadagin | 15. des. | 28 | 8 |
Týsdagin | 16 | 151 | 19 |
Mikudagin | 17 | 3 | 2 |
Hósdagin | 18 | 52 | 8 |
Fríggjadagin | 19 | 36 | 7 |
Leygardagin | 20 | 456 | 42 |
Samlað |
| 726 | 86 |
ÁTTA TEIR RASKASTU
Átta teimum raskastu hava higartil verið:
Hagapartur | Bygd | Samlað tal av harum | Tal av túrum |
??ti í Haga á Bjørgum | Vestmanna | 162 | 8 |
Dalhagi, Eystaripartur | Vestmanna | 139 | 3 |
Norðurtriðingur, Norðaripartur | Sørvágur | 132 | 8 |
Sjeyndir (Norðan Kamb) | Tjørnuvík | 119 | 7 |
Neshagi (Norðurnesið) | Vestmanna | 118 | 8 |
Heimaraleiti | Miðvágur | 109 | 13 |
Norðurtriðingur, Sun. partur (Vørðufelli) | Sørvágur | 99 | 6 |
Uttanhús á Fjøllum | Miðvágur | 91 | 5 |
Íalt |
| 969 | 58 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald