Mentan

Nú eru 3.869 haru skotnar higartil í ár

....

2014-12-08 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eyðun Magnussen hevur gjørt tølini upp, um hvussu nógvar harur eru skotnar higartil.

Vit eru nú komnir upp á 3.869 harur, sum eru skotnar á 349 túrum kring landið.

Í farnu viku royndist fríggjadagurin 5. desember bestur til harur. Hendan dagin vórðu tilsamans skotnar 116 harur á 19 túrum kring landið.

Myndin vísir talið av harum (??????), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini, frá

3. november til 6. desember 2014, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku

dagarnar (- - - - - ). ??rslitið fyri 2014 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2013

(bláu linjurnar).

SAMLAÐA HARÐUVEIÐNA 1. ??? 6. DESEMBER 2014

Dagur Dato Tal av harum Tal av túrum
Mánadagin 1. des. 33 4
Týsdagin 2 13 5
Mikudagin 3 0 0
Hósdagin 4 9 1
Fríggjadagin 5 116 19
Leygardagin 6 29 6
Samlað 200 35

ÁTTA TEIR RASKASTU

í átta teimum raskastu hagapørtunum hava teir higartil skotið 621 harur á 31 túrum

Átta teimum raskastu hava higartil verið:

Hagapartur Bygd Samlað tal av harum Tal av túrum
Sjeyndir (Norðan Kamb) Tjørnuvík 103 6
Norðurtriðingur, Norðaripartur Sørvágur 94 5
Fjalshagi Vestmanna 92 7
Dalhagi, Eystaripartur Vestmanna 75 2
Svartáhagi, Fyri Niðan Saksun 70 2
Dalhagi, Heimaripartur Vestmanna 66 1
Norðurhelvt (Fyri Norðan Á) Eiði 65 1
??ti í Haga á Bjørgum Vestmanna 63 4
Íalt 621 31
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder