Kvivik.fo: Hetta er ein stór verkætlan, sum tekur støði í gamla Víkingagarðinum, sum í Kvívík verður kallaður "??tgrevsturin niðri á Toft". ??tlanin er at byggja Víkingagarðin í fullari stødd, soleiðis sum hann var í Víkingatíðini. Poul Hansen í Havn, sum er stigtakarin til verkætlanina sigur, at hann er sera spentur at fara til verka í Kvívík.
Men tað skal nógv fyrireikingararbeiðið til eina tílíka verkætlan, og tí skal man eisini rokna við, at partar avarbeiðinum fara at taka tíð.
Í løtuni arbeiða handverkarar í Íslandi við at gera langhúsið klárt, og væntast tað liðugt um einar 14 dagar.Tað skal síðani flytast til Føroya. Handverkararnir hava staðið í læru hjá kenda serfrøðinginum Gunnar Bjarnasson,sum andaðist í september mánaða í 2014.
Tað er arbeiðstakarin Zakarias Jacobsen í Leynum, sum er byrjaður at grava vegin til Víkingagarðin, og innan leingibyrjar Jákup Andrias Joensen (jackie) uppá grótlaðingararbeiðið.
Vit í Kvívíkar kommunu eru sera fegin um verkætlanina, og vænta at ferðavinnan kemur at økjast í Norðurstreymoyarøkinum, sigur Dánjal Petur Müller borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald