2016-09-22 07:55
Vestmenningur og Skoraberg komu á Klaksvíkina um 4-tíðina í nátt, teir hava 120 tons av gulllaksi, sum verður landaður á Kósini og síðan koyrdur við bili til Tavuna í Leirvík.
??ll gulllaksakvotan - 13.000 tons - er nú fiskað, veiðan frá Vestmenningi og Skoraberg er tað seinasta, sum verður avreitt av gulllaksi í ár.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir søgdu, at teir nú fara aftur á upsaveiðu, helst loysa teir aftur fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald